Myndugleikarnir í Indonesia hava nú funnið kavbátin KRI Nanggala, sum herurin hevur leitað eftir seinastu dagarnar, og boðað verður frá, at øll fólkini umborð eru deyð.
Kavbáturin luttók í eini hernaðarvenjing norðanfyri indonesisku oynni Bali mikumorgunin. Báturin fekk loyvi at kava, og síðani misti herflotin sambandið við hann.
Leygardagin boðaði indonesiski herurin frá, at teir hildu seg hava funnið kavbátin á uml. 850 metrar dýpi. Kavbáturin var bert gjørdur til at kava í 500 metrar dýpi.
Herurin fann fleiri vrakpetti og lutir, sum helst stavaði frá kavbátinum, og í dag hava myndugleikarnir so funnið fram til kavbátin, og roknað verður nú við, at øll 53 fólkini umborð á bátinum eru deyð.
Sjónbandaupptøka av kavbátinum (Mynd: EPA)
Tað er ikki greitt, hví kavbáturin sakk. Myndugleikarnir arbeiða tó m.a. útfrá einum ástøði um, at tað var eitt streymslit, sum elvdi til, at manningin misti tamarhaldið á kavbátinum.
Sambært Jyllands-Posten hevur Indonesiski herurin nakað av gamlari útgerð, og fleiri deyðsvanlukkur hava tí verið seinastu árini. Herflotin hjá Indonesia vil tó vera við, at hóast kavbáturin er 44 ára gamal, var alt í lagi við honum, og var hann væl viðlíkahildin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald