Uttanlands

Indonesia rakt av flóðaldu í nátt

168 fólk hava latið lív, og 600 eru særd

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-12-23 10:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnunáttina varð Indonesia rakt av einari flóðaldu.

Sambært DR hava í minsta lagi 168 fólk latið lív, uml. 600 eru særd, og 20 eru saknað. 

Flóðaldan hevur rakt fleiri strendur. Hildið verður, at tað er ein røð av hendingum, sum hevur elvt til flóðalduna, m.a. undirsjóvarskriðulop nærhendis gosfjallsoynni Krakatau.

Flóðaldan rakti fleiri staðni í Sunsasundinum, tá klokkan var uml. 21.30 lokala tíð.

Sambært danska uttanríkismálaráðnum, er eingin danskur ríkisborgari millum tey særdu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder