Síðan fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, boðaði frá, at hann er í ferð við at stovna ein nýggjan politiskan flokk, hava gitingar verið um, hvør fer við honum í nýggja flokkin.
Inger Støjberg, fyrrverandi ráðharri í útlendingamálum hevur, eins og Lars Løkke verið uttanflokkatingfólk seinastu tíðina. Hon meldaði seg úr Vinstra ein góðan mánað eftir Lars Løkke var farin úr flokkinum, men hon hevur ongar ætlanir um at fara uppí nýggja flokkin.
Inger Støjberg sigur við Ekstra Bladet, at hon ikki ætlar sær uppí nýggja flokkin hjá fyrrverandi formanni hennara. Hann hevur gjørt greitt, at útlendingapolitikkurin hjá nýggja flokkinum er munandi lagaligari enn hennara, sigur hon.
Les eisini: Lars Løkke: Nýggjur flokkur verður stovnaður í Danmark
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald