Í nátt varð brotið inn í Gamla Seglhúsið í Klaksvík, har reklamuvirkið Grafia heldur til.
"Eg var til arbeiðis til klokkan níggju í gjárkvøldið, so tað er hent einaferð í nátt millum tá og klokkan tíggju í morgun," sigur eigarin, Símun Gullaksen við Portalin.
Símun Gullaksen skrivaði um hendingina í dagføring á Facebook, har hann heitir á fólk, sum hava nærri vitan ella eina ábending, um at ringja til sín.
"Rútar vóru knústir, og øl er stolið úr kjallarinum, og so eru eisini fleiri onnur ting, sum mangla ella eru brotin," sigur Símun Gullaksen.
Símun Gullaksen meldaði málið til løgregluna, og sambært løgregluni hava tey enn ikki funnið fram til, hvør hevur framt innbrotið.
Løgreglan heitir eisini á fólk um at seta seg í samband við tey, um tey vita nakað um málið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald