Innanlands

Inspiration eitur nú NIPS

Handilin í SMS skiftir navn

Hanna Müller og Joan Høgnesen

Hanna Müller og Joan Høgnesen

2018-09-06 16:12 Author image
Ari av Rana
placeholder

Inspiration eitur nú NIPS. Handilin, sum heldur til í sølumiðstøðini SMS í Havn, hevur havt navnakapping í samband við handilin skuldi broyta navn.

Vinnandi hugskotið til nýtt navn, áttu Joan Høgnesen og Arnhold Hermundarson, sum bæðu komu við sama hugskoti um navn. Tey fingu boðini 21. august 2018. Vinnararnir fingu eitt gávukort frá NIPS.

Navnið NIPS kemur av orðinum nipsting, sum merkir prýðislutur.

NIPS fekk uppskot frá nærum 300 fólkum, sum øll høvdu góð uppskot til nøvn. Tilsamans vóru yvir 1.000 navnauppskot.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder