Tað førdi til mikla ørkymlan bæði í útlondunum og her heima, tá Instagram í gjár broytti snið.
Ein dagføring varð gjørd á vælumtókta sosiala miðlinum, men brúkararnir høvdu eingi góð skoðsmál at bera nýggja sniðinum. Fyrr fanst tú runt á app’ini við at flyta upp og niður, men nú skuldi tú flyta til høgru fyri at síggja nýggjar myndir frá tínum vinum, bloggarum, kendum fólki o.s.fr.
Nýggi stjórin í Instagram, Adam Mosseri, var skjótur at biðja um umbering og segði, at dagøfringin var eitt mistak. Á Twitter skrivar hann, at dagføringin var ein roynd, sum vanliga bert fer út til nøkur fá fólk, men av einhvørjari orsøk fingu næstan allir brúkarar í Onglandi og fleiri onnur eisini dagføringina.
Dagføringin var tó bert í ein tíma ella so áðrenn Instagram broytti aftur til gamla sniðið.
Mosseri skrivar á Twitter, at um tú enn hevur nýggja sniðið á tínum Intagram skalt tú bert sløkkja app’ina og starta hana av nýggjum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald