Uttanlands

Irak ásetur nýggjan kristnan halgidag

1. jóladagur er nú ein almennur halgidagur í Irak

Mynd: Ritzau

Mynd: Ritzau

2018-12-27 11:46 Author image
Ari av Rana
placeholder

Stjórnin í Irak hevur avgjørt, at 1. jóladagur nú er ein almennur halgidagur í landinum.

- Gleðilig jól til okkara kristnu borgarar, allar irakar og øll tey, sum hátíðarhalda jól kring heimin, skrivar irakska stjórnina á Twitter.

1. jóladagur hevur verið halgidagur fyri kristna samfelagið í Irak, men nú er dagurin viðurkendur sum halgidagur í øllum Irak.

Tað eru tó ikki nógv, sum fáa hátíðarhildið dagin. Í 2003 vóru 1,4 milliónir kristin í Irak. Men eftir at fleiri teirra eru rýmd undan ágangi, verður mett at einans 300.000 eru eftir í landinum, skrivar TV2.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder