Iranski uttanríkisráðharrin, Mohammad Javad Zarif, ákærir Danmark fyri at húsa yvirgangsmonnum.
- Evropearar – millum annað Danmark, Holland og Frakland – húsa MEK, sum hevur dripið 12.000 iranar og stuðla brotsverkunum hjá Saddam móti irakiskum kurdum, skrivar iranski uttanríkisráðharrin.
Orsøkin til at Zarif ákærir Danmark og øðrum londum fyri at húsa yvirgangsmonnum er, at limalondini í ES í gjár samtyktu revsitiltøk móti Iran eftir at Iran varð lagt undir morðroyndir í Danmark og Fraklandi í fjør.
ES hevur avgjørt at seta iranska Stýri fyri Innanhýsis Trygd á yvirgangslistan hjá ES, skrivar TV2.
Hollendski uttanríkisráðharrin, Stef Blok, segði í gjár, at hollendska fregnartænastan hevur funnið sterk tekin um at Iran varð uppi í avrættingini av tveimum hollendsku statsborgarum av iransku uppruna. Tann fyrra avrættingin var í Almere í 2015 og tann seinna í Haag í 2017.
Sambært donsku fregnartænastuni PET royndi iranska fregnartænastan í fjør heyst at leypa á ein bólk av iranum í útlegd í Ringsted.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald