Uttanlands

Iran hevur ikki brotið kjarnorkuavtaluna

Nýggj frágreiðing vísir, at Iran hevur hildið avtaluna við USA

2018-08-30 17:23 Author image
Ari av Rana
placeholder

Iran hevur ikki brotið kjarnorkuavtaluna við USA. Tað vísir nýggj frágreiðing, sum Altjóða Atomokruagenturi IAEA hevur latið gjørt.

Avtalan millum USA og Iran stavar frá 2015 og segði, at Iran sleppur partar av síni kjarnorkuætlan, afturfyri at onnur lond sleppa sínum revsitiltøk móti landinum.

USA tók seg úr avtaluni í mai, tí at Donald Trump metti ikki, at Iran helt sína avtalu, hóast hini londini ikki vóru samd við USA.

Nú vísir nýggja frágreiðingin, at Iran hevur hildið sín part av avtaluni, skrivar Reuters.

Viðurskiftini millum londini er kølnaði sera nógv síðani mai, og USA heldur eitt vakið eyga við hernaðarliga virkseminum hjá Iran.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder