Uttanlands

Iran: Talan var um álvarsligan skaða

Tað hava verið ymiskar fráboðanir um skaðan í kjalarvørrinum á álopunum á iransku kjarnorkuverkini – Sambært talsfólk hjá iranska uttanríkismálaráðnum fingu kjarnorkuverkini álvarsligan skaða, men hvørjir skaðar talan er um, verður ikki upplýst

Esmaeil Baghaei, talsfólk hjá iranska uttanríkismálaráðnum (Mynd: Tehran Times)

Esmaeil Baghaei, talsfólk hjá iranska uttanríkismálaráðnum (Mynd: Tehran Times)

2025-06-25 15:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Álopini frá Ísrael og USA hava framt "álvarlsigan skaða" á iransku kjarnorkuverkini, sigur Esmaeil Baghaei, talsfólk hjá ísraelska uttanríkismálaráðnum við arabiska miðilin Al Jazeera.

Júst hvørjir skaðar talan er um, verður ikki upplýst.

Í kjalarvørrinum á amerikanska álopinum á trý iransk kjarnorkuverk sunnunáttina hava verið ymiskar fráboðanir um, hvussu umfatandi skaðin er.

Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur hildið uppá, at kjarnorkuverkini eru fullkomiliga oyðiløgd.

Amerikonsku miðlarnir CNN og New York Times umframt tíðindastovan Reuters siga seg vita frá keldum, at amerikanska fregnartænastan DIA fyribils hevur mett, at talan ikki var um stóran skaða, og at álopið bert hevði seinkað iransku kjarnorkuætlanini nakrar mánaðir.

Les eisini: Keldur: Amerikanska álopið gjørdi ikki stóran skaða

Amerikanski forsetin hevur sagt, at tíðindini hjá CNN, New York Times of Reuters eru følsk, men á tíðindafundi í sambandi við Nata-toppfundin, sum er í Haag í hesum døgum, ásannaði Trump, sambært Ritzau, at tað ikki er greitt, hvussu umfatandi skaðin er, men tó helt hann fast við, at ábendingar eru um, at skaðin kann hava verið stórur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder