
Amerikanska álopið á trý iransk kajrnorkuverk um vikuskiftið tykist ikki at hava verið so oyðileggjandi, sum amerikanski forsetin, Donald Trump áður hevur fráboðað.
Sambært fyribilsmeting hjá fregnartænastuni Defence Intelligence Agency (DIA) undir amerikanska verjumálaráðnum, eru ábendingar um, at álopið bert hevur seinkað iransku kjarnorkuætlanini nakrar mánaðir, skrivar CNN, New York Times og Reuters, sum vísa til ónevndar keldur, sum kenna til frágreiðingina.
Eftir álopið segði amerikanski forsetin annars, at iranska kjarnorkuætlanin var fullkomiliga oyðiløgd.
Undan álopinum mettu amerikanskar fregnartænastur, at Iran kundi metta eina kjarkorkubumbu uppá tríggjar mánaðir, og fyribils metingin hjá DIA er, at ætlanin er seinkað minni enn eitt hálvt ár.
Trump segði í nátt, sambært Ritzau, at søgan hjá CNN, New York Times og Reuters er følsk tíðindi, og endurtók hann uppáhaldið um, at iransku kjarnorkuverkini eru fullkomiliga oyðiløgd.
Serliga amerikanska sendifólkið í Miðeystri, Steve Witkoff sigur við Fox News, at tað fer at taka Iran fleiri ár at endurreisa kjarnorkuætlanina.
Sambært Reuters er tað ein torfør uppgáva at meta um skaðarnar á iransku kjarnorkuverkini, og metingin hjá DIA er ein fyribils meting, sum kann broytast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald