Iranski forsetin, Ebrahim Raisi, og iranski uttanríkismálaráðharrin, Hossein Amir-Abdollahian hava latið lív eini í tyrluvanlukku.
Hjálparfelagsskapurin Reyði Hálvmáni í Iran boðaði í nátt frá frá, at hann hevur funnið líkini, og leitingin, sum hevur verið í gongd síðan sunnudag seinnapart, tá tyrlan datt niður, er sostatt liðug.
Iranski forsetin var á veg heimaftur frá einari vitjan við markið til Aserbajdsjan, tá tyrlan datt niður. Hví vanlukkan hendi er ikki greitt. Tvær aðrar tyrlur vóru við í fylginum, og tær komu báðar trygt fram til teirra ferðamál, skrivar Ritzau.
Hvussu nógv onnur vóru í tyrluni, sum datt niður, er ógreitt.
Ebrahim Raisi, sum hevur verið forseti síðan 2021, gjørdist 63 ára gamal. Hann varð hann varð mettur at vera ein sera konservativur politikari, sum hevði tætt samband við ovasta leiðaran í landinum, ayatollah Ali Khamenei, og varð hann mettur at vera ein møguligur avloysari hjá Khamenei.
Boðað verður frá, at arbeiðið hjá iransku stjórnini heldur fram uttan órógv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald