Innanlands

IRF: - Útbyggingin av Brennistøðini á Hagaleiti væleydnað

Nú brennur ovnurin aftur við fullari styrki

(Mynd: IRF)

(Mynd: IRF)

2018-08-21 08:22 Author image
Oda Strøm
placeholder

Útbyggingin av Brennistøðini á Hagaleiti, har ketil v.m. varð skift út, er nú um at vera liðug, og ovnurin brennur nú aftur við fullari styrki.

Áðrenn farið var undir stóru umvælingar í februar, brendi IRF í miðal 56 tons um døgnið. Í løtuni verða í miðal 78 tons brend um døgnið. Av rusknøgdini, sum varð ballað og løgd á goymslu, meðan støðin lá still,  eru 1.700 ball longu brend.

Royndarkoyringin av nýggju Brennistøðini byrjaði 2. juli og fevnir um tríggjar mánaðir.

Um alt riggar, sum tað skal, tá royndartíðin er av, verður nýggi ketilin og tilhoyrandi skipanir handaðar IRF frá Boilerworks fyrst í oktober. Inntil víðari hava ovnur, ketil og skipanir roynst sera væl, sigur IRF í tíðindaskrivi.

- At gongd er í samfelagshjólunum, sæst í stóran mun aftur í høgu nøgdunum av burturkasti, ið dagliga koma inn til IRF. Hóast vit støðugt arbeiða við at endurnýta alsamt meira og at leingja um lívsringrásina á vørum og tilfeingi, eru tað sera stórar nøgdir av burturkasti, ið skulu brennast. Sostatt var tað í tøkum tíma, at kapasiteturin á Brennistøðin varð øktur.

Tað er sjónligt í dagliga rakstrinum hjá IRF, at nøgdirnar av burturkasti eru sera stórar og kemur eitt nú sera nógv burturkast inn frá byggivinnuni.

Fyri at betra um møguleikarnar hjá vinnuni at skilja burturkastið, er arbeiðið so smátt byrjað at byggja eina nýggja móttøkuhøll til Brennistøðina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder