2018-09-10 17:59
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Ítróttasamband Føroya er farið í samstarv við Fólkaheilsuráðið um verkætlanina "ABC fyri sálarliga heilsu".
"ABC fyri sálarliga heilsu" er ein verkætlan, sum er grundað á gransking. Endamálið við verkætlanini er at gera fólk varug við, at tað ber til at styrkja sálarligu heilsina hjá sær sjálvum og øðrum.
ABC er upprunaliga ein verkætlan úr Avstralia. ABC stendur fyri Act-Belong-Commit. Á føroyskum verða heitini Ver Virkin, Ver Saman og Ver Hugbundin nýtt.
ABC samstarvið hevur eitt ár á baki í Føroyum.
ÍSF er ein av mongu samstarvsfelagunum og í farnu viku var fundur millum ÍSF og Fólkaheilsuráðið um endamálið við verkætlanini, skrivar ÍSF á heimasíðu síni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald