Ferðafólk úr Føroyum og Grønlandi sleppa nú til Íslands, altjóða filmsupptøkur eru byrjaðar aftur í Íslandi, og møguleiki er fyri, at mørkini verða latin enn meira upp 15. juni.
Íslendingar eru nevniliga komnir við einum nýggjum ástøði viðvíkjandi ferðafólkunum.
– At byrja við stongdu vit ikki mørkini. Vit tóku enn ímóti ferðafólkum, tá støðan gjørdist álvarsom í Spania, Kina og Italia. Vit halda ikki, at ferðafólk eru til so stóran vanda í Íslandi. Tey uppføra seg ørðvísi enn íbúgvar og halda seg fyri seg sjálvi. Eg haldi bert, at vit hava fýra tilburðir, sum kunnu sporast aftur til ferðafólk, sigur Kjartan Njálsson, atstøðingur hjá íslendska landslæknanum sambært B.T.
Stutt og greitt merkir hetta, at ferðafólk í flestu førum ikki koma so tætt uppá tey lokalu, at tey verða smittað, sigur hann.
Tað hevur gingið væl hjá íslendingum at basa smittuni. Landið hevur staðfest beint omanfyri 1.800 tilburðir og tíggju andlát, og í løtuni eru bert trý fólk smittað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald