2018-07-17 13:48
Nú USA tekur seg úr Mannarættindaráðnum í ST, bleiv tað Ísland sum røkir sessin inntil hetta skeiðið er úti.
USA kunngjørdi í síðsta mánað, at landið ikki longur ynskir at verða við í Mannarættindaráðnum, og tí skuldi atkvøðast fyri hvør skuldi taka sæti fyri USA.
Íslendska Morgunblaðið skrivar, at Ísland fekk 99,4% av atkvøðunum, meðan Frakland fekk eina atkvøðu. Ísland røkir sessin til 31. desember 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald