Tey í íslendska bólkinum Daði og Gagnamagnið kunnu fegnast. Ein limur í bólkinum hevur fingið staðfest koronu, og bólkurin slapp tí ikki á pallin í hálvfinaluni í Eurovision í kvøld. Hóast hetta var Ísland var eitt av teimum ellivu londunum, sum komu víðari í stóru finaluna, sum verður leygarkvøldið.
Ístaðin fyri framførsluna var ein upptøka av einari venjing brúkt, og sama upptøka verður brúkt í finaluni.
Fyr og Flamme (Mynd: EBU / Thomas Hanses)
Danska umboðið í ár, Fyr og Flamme, gjørdi tað óvanlig at syngja á móðurmálinum, og ikki á enskum, sum flestu av hinum luttakarunum gera.
Tað gekk ikki sum ætlað, og bólkurin Fyr og Flamme við lagnum “Øve Os På Hinanden” rakk ikki einum finaluplássi.
Í fyrru hálvfinaluni, sum var týsdagin, komu eitt nú Noreg og Svøríki víðari.
26 lond verða við í finaluni, og favorittarnir verða mettir at vera Italia, Malta og Frakland. Møguleikarnir hjá Sveis, Ukreina, Ísland og Bulgaria verða eisini mettir at vera til staðar.
Eurovision í ár verður hildið í Rotterdam í Hollandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald