Annar hevur verið forsætisráðharri í yvir eitt áratíggju og er formaður í Likud. Hin hevur verið hermaður og hernaðarleiðari, og er nú formaður í parlamentinum (Knesset) og stendur á odda fyri teimum "Blá-Hvítu" - ein nýggjur flokkur. Argir politiskir mótstøðumenn hava teir verið, Benjamin Netanyahu og Benny Gantz, sum á trimum valum seinasta árið hava stríðst um valdið.
Tað hevur ikki eydnast hjá Likud at fáa nóg greiðan meiriluta til skipa stjórn, og tað hevur ikki hjá teimum Blá-Hvítu. Nú er tó eitt samstarv funnið. Talan er um eina savningarstjórn, ið er ein "neyðstjórn", nú eingin onnur loysn er funnin.
Gantz hevur seinastu tíðina arbeitt fyri at finna eina semju, og hett hevur gjørt at flokkur hansara er farin í tvíningar.
Sambært fráboðanini byrjar Netanyahu, sum í januar varð skuldsettur fyri mutur, í sessinum sum forsætisráðharri. Hann skal sita í eitt og eitt hálvt ár, áðrenn Benny Gantz tekur yvir. Talan er um eina heilt sjáldsama skipan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald