Uttanlands

Ísrael valt nýggjan forseta

Isaac Herzog tekur við 9. juli eftir Reuven Rivlin, sum hevur verið forseti seinastu sjey árini – Enn er eingin nýggj stjórn skipað

Isaac Herzog og Yariv Levin, formaður í Knesset (Mynd: EPA)

Isaac Herzog og Yariv Levin, formaður í Knesset (Mynd: EPA)

2021-06-02 14:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ísraelska tjóðartingið, Knesset hevur í dag valt nýggjan forseta.

Tað verður 60 ára gamli politikarin Isaac Herzog, sum verður 11. forseti í landinum. 9. juli yvirtekur hann forsetaembætið frá 81 ára gamla Reuven Rivlin, sum gevst aftaná sjey ár.

Á atkvøðugreiðsluni í Knesset fekk Herzog 87 atkvøður, meðan mótstøðufólk hansara, Miriam Peretz, fekk 26, skrivar Ritzau.

Forsetasessurin er í høvuðsheitum súmbolskur, og er tað forsætisráðharrin, sum situr við veruliga valdinum.

Uppgávan hjá forsetanum er m.a. at virka fyri samanhaldi tvørturum etniskar og átrúnaðarligar bólkar í samfelagnum. Tað er eisini forsetin, sum peikar á ein samráðingarleiðara, tá nýggj stjórn skal skipast.

Valið av nýggjum forseta hendir mitt í einum politiskum ruðuleika. 23. mars fóru ísraelar á val fyri fjórðu ferð í tvey ár, og enn hevur tað ikki eydnast nøkrum at skipa nýggja stjórn.

Okkurt bendir tó á, at ein nýggj stjórn er ávegis.

Naftali Bennett úr ísraelska høgraflokkinum Yamina ætlar at skipa savningarstjórn við andstøðuleikaranum Yair Lapid úr miðflokkinum Yesh Atid. Freistin at fáa eina avtalu í lag er í kvøld.

Eydnast tað teimum báðum at skipa stjórn, er tað endin á tíðini hjá Benjamin Netanyahu, sum hevur verið forsætisráðharri í Ísrael síðan 2009. Umframt at hann hevur verið forsætisráðharri seinastu 12 árini, sat hann eisini í forsætisráðharrasessinum í tíðarskeiðnum 1996-1999.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder