2021-05-10 13:42
Ein 23 ára gomul italsk kvinna er nú innløgd á sjúkrahúsi í Toskana til eftirlit, eftir eitt mistak elvdi til, at hon fekk seks skamtar av koppingarevni í armin í staðin fyri ein.
Tað var ein sjúkrarøktarfrøðingur, sum av misgáum kom til at sproyta alt innihaldið í sproytuni inn í armin á kvinnuni. Sproytan innihelt seks skamtar av koppingarevni frá Pfizer/BioNTech.
Kvinnan hevur tað gott, skrivar tíðindastovan AFP.
Aðrar fráboðanir um fólk, sum hava fingið ov nógv koppingarevni frá Pfizer/BioNTech, eru komnar úr USA, Avstralia, Týsklandi og Ísrael.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald