Italski forsætisráðharrin, Giuseppe Conte, sigur nú, at stjórnin fer at senda eina ovurstóra bót til felagið, sum hevði rakstur av brúnni í Genova.
Brúgvin datt niður týsdagin í síðstu viku, og vanlukkan kravdi 38 mannalív. Enn eru eini 30 fólk ikki funnin.
Italska stjórnin sigur, at ábyrgdin liggur á fyritøkuni Atlantia, sum eitur Autostrade per I’Italia, sum hevði rakstur av brúnni.
Atlantia hevur longu bjóða 3,7 milliardir krónur til tey, sum fingu skaða í vanlukkuni, men sambært forsætisráðharranum er tað lítið av miklum. Hann heldur, at fyritøkan eigur at bjóða fýra ella fimm ferðir so nógv, skrivar Reuters. Fyritøkan hevur eisini boð frá, at hon setur á stovn ein grunn, sum skal hjálpa tey avvarandi, sum vórðu rakt av vanlukkuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald