Italska fyritøkan Dolce & Gabbana er ikki væl dámd í Kina í hesum døgum.
Fyrr í vikuni kom fyritøkan við einum lýsingarfilmi, ið var framleiddur serliga til kinesiska marknaðin. Í filminum hoyrir mann siðbundnan kinesiskan tónleik, meðan ein lokal model í einum reyðum Dolce & Gabbana-kjóla roynir at eta italskan mat, eitt nú pizza og spaghetti, við kinesiskum matpinnum. Síðani hoyrir mann eina rødd siga, "tað er næstan sum at vera í Italia".
Lýsingarfilmurin er ein partur av átakinum "DG elskar Kina", men tað eru tó ikki øll í Kina, sum síggja lýsingina sum eina kærleiksváttan.
Fleiri vilja vera við, at lýsingin vísir eina stereotypiska og ótíðarhóskandi mynd af kinesarum, og orsakað av hesum hava fleiri modellir tikið seg úr einari mótasýning, sum fyritøkan skipaði fyri í Shanghai fyrr í vikuni. Mikudagin gjørdi italska fyritøkan eisini av at avlýsa mótasýningina.
Støðan gjørdist ikki betri av, at Stefano Gabbana sendi eina rúgvu av atfinningarsomum og rasistiskum boðum til ein Instagram-brúkara, ið hevði deilt lýsingina og fannst at Dolce & Gabbana fyri at lýsa kinesarar sum fólk, ið ikki vita, hvussu tey skulu bera seg at, tá tey eru uttanlanda.
Tó vísti tað seg, at Instagram-vangin hjá Stefano Gabbana, sambært fyritøkuni, var vorðin hackaður, og at tað sostatt ikki var hann, ið hevði sent óhóskandi boð til fólk.
Alt hetta hevur elvt til, at ein rúgva av størstu nethandlunum í Kina, m.a. Taobao, JD.com og Yangmatou, hava gjørt av at taka vørurnar hjá Dolce & Gabbana av hillunum.
Hendan gølan kann gerast ein dýrur umgangur fyri italsku fyritøkuna. Sambært DR brúktu fólk í Kina meira enn 650 mia. krónur uppá luksusvørur í fjør
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald