Innanlands

Ítróttahúsið við Margáir reist

Reisgildi var í Streymnesi í gjár, tá seinastu sperrurnar vórðu reistar. Arbeiðið verður eftir æltan liðugt í heyst.

Mynd: Kjartan Madsen

Mynd: Kjartan Madsen

2019-07-26 13:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin 25. juli var reisgildi í Streymnesi, tá seinastu sperrurnar í nýggja ítróttahúsinum við Margáir vórðu reistar.

Tað er sp/f Múller úr Kvívík, sum stendur fyri arbeiðnum.

Hesin partur av arbeiðinum við at víðka ítróttahúsið við Margáir kostar um 5 milliónir, skrivar heimasíðan hjá Sunda kommunu.

Eftir ætlan verður húsið og alt arbeiðið uttan liðugt seinast í oktober.

Fleiri myndir síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder