Í gjár vóru fleiri greinar á Portalinum um eitt skriv, sum Jan Lamhuage hevur sent fulltrúa, sum viðger málið um uppsøgnina av Liljuni Weihe, tíðindaleiðara í Kringvarpi Føroya. Jan Lamhauge er rættiliga hvassorðaður í skrivinum og sigur millum annað, at Johnny í Grótinum tilvitað ella av berari líkasælu var skeivar søgur fyri journalistum í KVF í sambandi við skattamálið.
Les eisini: Jan Lamhauge: Líka mikið at Ivan Niclasen var redaktør
Les eisini: Jan Lamhauge: Stjórin segði skeivar søgur fyri journalistum
Johnny í Grótinum hevur avvíst hesar søgur, og í gjárakvøldið fingu vit svar uppá nakrar spurningar vit høvdu sent Ivani Niclasen, núverandi stjóra í Kringvarpinum. Hann sigur, at hann ikki kann staðfesta, um Johnny í grótinum tilætlað segði villeiðandi søgur fyri journalistum.
- Eg kann ikki staðfesta, at Johnny í Grótinum tilætlað segði villleiðandi søgur fyri journalistunum, soleiðis sum tað varð róð fram undir í einum av greinunum hjá tykkum í dag. Generelt kann man annars siga, at tað kann meira enn so koma fyri, at fólk siga skeivar ella ófullfíggjaðar søgur fyri journalistum. Antin tí tey ikki vita betur, ella tí tey hava álit á einhvørjari keldu tey hava osfr. Uppgávan hjá journalistunum er í øllum førum at eftirkanna, um søgan er røtt ella ei, sigur hann í svari uppá spurningin um leiklutin hjá fyrrverandi stjóranum.
Ivan Niclasen avvísir eisini, at hann hevur vart Johnny í Grótinum og hava roynt at rættvístgjørt, at rættindi hjá Liljuni Weihe vórðu brotin, eins og Jan Lamhauge sigur í skrivi sínum. Í lesarabrævi 12 desembur í 2017 undraðist Ivan Niclasen millum annað á, hví Liljan Weihe ikki vardi sín egna stovn, tá Sosialurin sambært honum skrivaði villleiðandi søgur um tíðindaflutningin í Kringvarpinum.
- Tað er púra misskilt. Mín skriving var vend móti nøkrum greinum í Sosialinum, sum eftir mínum tykki góvu eina villleiðandi mynd av tíðindaflutninginum í KvF. Hetta setti trúvirðið hjá stovninum í vanda, sigur hann.
Persónligi leikluturin hjá Ivani Niclasen
Ivan Niclasen hevði sjálvur ávísan leiklut í skattamálinum. Hann var redaktør á Degi og Viku 26 septembur í 2017, tá Eyðun Mørkøre var í sjónvarpsstovuni til kjak í samband við, at Bárður Larsen hevði latið frágreiðing úr hondum um leiklutin hjá TAKS í skattamálinum.
Hendan samrøða hevur havt nógva rúmd í viðgerini av málinum, tí í telefonnotati, sum varð likið úr kringvarpinum til in.fo í novembur mánaða í 2017, kemur fram at Liljan Weihe vil vera við, at Johnny í Grótinum gjørdi avtalu við stjóran á TAKS uttanum tíðindaleiðaran, redaktørin og journalist á Degi og Viku hettar kvøldið.
Hesum hevur Ivan Niclasen seinni avvíst. Hann hevur sagt, at hann, sum var redaktør hettar kvøldið, hevði játta at loyva Eyðun í sjónvarpsstovuna, men at tað skuldi vera undir treytunum hjá KVF og at Liljan Weihe og Jan Lamhauge gjørdu karmarnar fyri samrøðunum.
Jan Lamhauge sigur tó í skrivi sínum til mentamálaráðið, at tað var ein bagatell, at Ivan Niclasen var redaktør í kjakinum hettar kvøldið, serliga tá hann einans var avloysari og ikki hevði innlit í skattamálið. Ivan Niclasen váttar, at hann einans var avloysnadi redaktør.
- Eg var redaktørur á Programmdeildini, men varð onkuntíð settur í vakt á Tíðindadeildini eisini. Liljan Weihe hevði ábyrgdina av vaktarleggingini á Tíðindadeildini. Men tað er í hesum føri aldeilis líka mikið, um tað var ein avloysandi redaktørur ella ikki. Liljan Weihe og Jan Lamhauge fingur karmarnar til at fyrireika og gera samrøðuna við Eyðun Mørkøre, sigur Ivan Niclasen við Portalin. Hann leggur tó dent á, at redaktørleikluturin ikki er líkamikil.
- Tað kann gott vera - mín persónur er álvaratos ikki áhugaverdur í hesum sambandinum. Tað er redaktørleikluturin hinvegin. Og tað er ikki nøkur bagatell. Redaktørurin skal m.a. tryggja, at tingini ganga rætt fyri seg, sigur hann.
Les eisini: Jan Lamhauge: Skommin er veika samanhaldskraftin í KVF
Les eisini: Johnny í Grótinum: Jan Lamhauge livir í síni egnu boblu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald