Uttanlands

Jacinda Ardern smílti seg gjøgnum jarðskjálvta

Nýsælandski forsætisráðfrúan var beinleiðis í sjónvarpi tá tað fór at rysta

2020-05-25 14:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein jarðskjálvti, ið varð máldur til 5,8, rakti norðuroynna í Nýsælandi í morgun. Landsins forsætisráðharri, Jacinda Ardern, var beinleiðis í sjónvarpinum, tá rystingarnar komu.

Men rystingarnar vóru ikki óvusligari, enn at forstisráðharrin kundi halda fram við samrøðuni eftir ein stuttan støðg í samrøðuni.

Jarskjálvtin var uttan fyri býin Levin stutt fyri klokkan átta, umleið 50 kilometrar undir havbotninum. Levin liggur umleið 90 kilometrar norðan fyri høvuðsstaðin, Wellington.

Ongi boð eru komin um fólkaskaða orsaka av jarðskjálvtanum, og heldur ikki er nøkur flóðalduávaring send út.

Skjálvtarnir merktust týðuliga í Wellington, har Jacinda Ardern var beinleiðis í morgunsjónvarpi úr tjóðartingsbygninginum, Beehive, ið er bygdur til at klára jarðskjálvtar.

- Vit merkja nakrar rystingar her, Ryan, segði Ardern við vertin á AM Show, Ryan Bridge, meðan hon hugdi rundan um seg í rúminum.

- Tað merkist rættiliga týðulugt, um so er at tú sært ting førka seg rundan um meg, segði Ardern smílandi.

- Jú støðgaði tað. Vit hava tað fínt. Eg standi ikki undir hangandi lampum ella øðrum, og tað sær út til at hetta er ein tryggur bygningur.

Nýsæland liggur í ”Pacific Ring of Fire”. Eldringurin er eitt heiti fyri eina lind av eldgosum, sum liggja framvið asiatisku og amerikansku kyrrahavsstrendurnar. Umleið ein fimtingur av øllum jarðskjálvtum og eldgosum í heiminum henda her, skrivar AFP-tíðindastovan.

Umleið 15.000 skjálvtar eru í ”Pacific Ring of Fire” um árið. Umleið 100 til 150 av teimum eru so mikið sterkir, at teir merkjast.

Í 2011 var ein skjálvti á 6,3 í býnum Christchurs í Nýsælandi. Tá lótu 185 fólk lív. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder