Uttanlands

Jacob mátti avlýsa túr til Svøríkis at heiðra sildini

Ársins svenska sild er grundað á ginn og hylliblómu

2020-05-20 15:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

6. juni er tjóðardagur í Svøríki. Í økinum Tjörn á vesturstrond Svøríkis norðan fyri Göteborg verður hesin dagur eisini kallaður ”Sillens Dag” fyri et heiðra sildini, sum er vældámdur kostur í hesum økinum.

Ein av oyggjunum her eitur Klädesholmen har stóra sildaverksmiðjan Klädesholmen Seafood er. Og ein av veitarunum av rávøruni til virkaðu vørurnar hjá Klädeholmen er Tavan í Leirvík.

Á Sillens Dag verður her gjørt nógv burturúr við tónleiki, sildaborðum og fagnaði annars.

Her hevur sild verið virkað síðan miðøld, og sildin hevur eisini verið grundarlagið undir tilveruni hjá fólkinum á oynni líka síðani.

Á hvørjum Sillens Dag ger Klädesholmen Seafood eina avmarkaða nøgd av eini framleiðslu, og sum altíð er sera væl umtókt og útseld beinanvegin. Av hvørjum glasi fer ein króna til sjóbjargingarfelagið á Klädesholmen.

Serliga dugnaligir kokkar verða bidnir um at taka sær av at gera ársins sild. Í ár er Årets Sill baserað á ginn og hylliblómu. Væl verður latið av smakkinum, ið verður sagdur at vera frískligur og summarsligur.

Seinastu árini hava umboð fyri Tavuna verið gestir hjá Klädesholmen Seafood í samband við sildadagin, og í ár hevði Jacob Vestergaard játtað at koma við fyri at bera fram eina røðu á degnum. Men sum við so nógvum øðrum, forðaði koronasmittan fyri, at hetta kundi gerast veruleiki í ár.

Nakað av Årets Sill 2020 verður komandi mánað at fáa í handlum í Havn.

Les eisini: Merkið við á svenska tjóðardegnum í Klädesholmen  

placeholder
placeholder