2018-07-21 14:42

Hitin í Japan er komin uppá 40,7 stig, ið er tað mesta, landið hevur upplivað, seinastu fimm árini.
Í Japan eru umleið 30 fólk deyð í einari hitabylgju, og fleiri túsund onnur eru vorðin sjúk.
Í býnum Kyoto hevur hitin verið 38 stig seinastu sjey dagarnar. Hetta er fyrstu ferð, síðan japanarar byrjaðu at skráseta hita í 19. øld, skrivar BBC.
Japanska undirvísingamálaráðið hevur biðið skúlar ansa serstakliga væl eftir, at næmingarnir ikki fá hitastrik, aftaná ein seks ára gamal drongur doyði týsdagin, eftir at hava verið í einum uttandura undirvísingartíma.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald