Sambært altjóða miðlum heitti Shinzo Abe, forsætisráðharri, í Japan, fyrr í dag formannin í olympisku nevndini (IOC) um at sleppa ætlanunum um at halda OL í 2020.
Abe segði, at ístaðin skulu olympisku leikirnir í Tokyo verða avgreiddir komandi ár.
CNN skrivar fyri lítlari løtu síðani, at hetta er gingið á møti, og at Japan og IOC eru komin ásamt um at útseta leikirnar til summarið 2021.
Í 1916, 1940 and 1944 vórðu olympisku leikirnir avlýstir orsaka av kríggi. Tað er ongantíð áður komið fyri, at OL er flutt.
Fleiri lond hava seinastu dagarnar heitt á IOC um at útseta leikirnar, ið eftir ætlan eru á skránni 24 juli til 8. august í japanska høvuðsstaðnum.
Kanada boðaði í gjár frá, at landið ikki sendur nakrar íðkarar, um OL verður hildið eftir ætlan, og onkur limur í IOC segði alment í gjár, at OL ikki verður hildið í ár.
Les eisini: Kanada gevur avboð til olympisku leikirnar
Miðvingurin og rógvarin Sverri Sandberg Nielsen skal umboða Danmark til OL í Tokyo. Tað er eingin ábending um, at hetta broytist, av tí at leikirnir eru fluttir eitt ár.
Dagført: 12.55
Olympiski eldurin kom í seinastu viku til Tokyo (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald