2018-12-27 12:11
Tveir japanar, 60 og 67 ára gamlir, vórðu í morgun hongdir í Japan fyri tvey morð, sum hesir framdu í 1988.
Higartil í ár hevur Japan hongt 15 persónar, og er hetta tað hægsta talið síðani byrjað varð at hava hagtøl fyri hesum.
Løgmálaráðharrin gav boð um at menninir í morgun skuldu hongjast.
Menninir vórðu í 1988 dømdir fyri at hava dripið ein stjóra og eitt starvsfólk í einum íløgufelag. Menninir stjólu 100 milliónir yen (sum svarar til 5,9 milliónir krónu) og jarðaðu líkini í betong í einum fjallaøki, skrivar DR.
Fleiri enn 100 fólk í Japan sita og bíða eftir at verða avrættaði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald