Rúmdarfyritøkan SpaceX, sum Elon Musik, stovnari av Tesla, er leiðari hjá, hevur valt ein privatpersón, sum skal við á fyrstu ferðina rundanum mánan.
Tað er japanski milliardingurin og stovnari av mótavirkinum Zozo, Yasaku Maezawa, sum eftir ætlan verður sendur avstað í 2023.
Elon Musk sigur, sambært DR, at hann heldur tað vera sera djarvt av Yasaku Maezawa at fara.
Japanski milliardingurin sigur, at hann ætlar sær at bjóða millum seks og átta listafólk við sær á túrin, tí hann ynskir ikki at hava slíka fantastiska uppliving einsamallur.
Tað er ein nýggj útgáva av Falcon-rakettini hjá SpaceX, sum skal gera tað møguligt at senda ferðafólk til mánan og Mars, greiðir Musk frá.
Áður hevur Elon Musk sagt, at málið var at hava rakettina klára í 2022 til eina ómannaða ferð til Mars og síðani eina ferð við manning í 2024. Men hetta fer ikki at bera til.
Onnur, ið hava skrivað seg upp til eina rúmdarferð við SpaceX eru Leonardo DiCapio, sjónleikari og poppsangarin Justin Bieber.
Tað er ikki almannakunngjørt hvussu nógv Maezawa skal gjalda fyri ferðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald