Uttanlands

Jarðarferðin hjá Yahya Hassan verður týsdagin

Orsakað av korona er tó ógreitt, hvussu hetta fer fram – Enn kennir løgreglan ikki deyðsorsøkina, men málið verður kannað

Yahya Hassan á bókamessu í Keypmannahavn í sambandi við seinnu útgávu hansara í 2019 (Mynd: EPA)

Yahya Hassan á bókamessu í Keypmannahavn í sambandi við seinnu útgávu hansara í 2019 (Mynd: EPA)

2020-05-01 21:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Danski yrkjarin Yahya Hassan, sum varð funnin deyður í vikuni, skal eftir ætlan jarðast á muslimska økinum á Vestre Kirkegard í Aarhus týsdagin.

Les eisini: Yahya Hassan deyður

Tað upplýsir Abu Khaleed, imamur og gubbi mammu Yahya Hassan, fyri B.T. Orsakað av korona, er tó ógreitt, hvussu hetta fer fram.

Tað var hósdagin, at tíðindini bórust um, at 24 ára gamli yrkjarin var deyður. Sambært Ritzau, var tað mamman, sum fann hann í íbúð hansara í vestara partinum av Aarhus.

Løgreglan í Eysturjútlandi vil ikki vátta tíðindini, men sagt verður, at ein persónur varð funnin deyður í Aarhus í vikuni, og at tey í løtuni eru í ferð við at kanna málið nærri. Enn er ógreitt, hvat deyðsorsøkin er, men í løtuni er einki sum bendir á, at talan hevur verið um eitt brotsverk.

Yahya Hassan gjørdist kendur, tá hann í 2013 gav út sítt fyrsta yrkingasavn við heitinum "Yahya Hassan". Í 2019 kom so enn eitt yrkingasavn, "Yahya Hassan 2". Århusianski yrkjarin hevur fingið fleiri virðislønir fyri útgávur sínar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder