placeholder
Uttanlands

Jarðarferðin verður leygardagin

Jarðarferðin hjá Philip prinsi verður í St. George's Chapel á Windsor borgini – Landasorg er lýst í átta dagar

Leygardagin høvdu fólk lagt blómur uttanfyri Buckingham Palace fyri at minnast Philip prins (Mynd: EPA)

Leygardagin høvdu fólk lagt blómur uttanfyri Buckingham Palace fyri at minnast Philip prins (Mynd: EPA)

2021-04-11 11:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin andaðist Philip prinsur, maðurin hjá bretsku Elizabeth drotning, 99 ára gamal, og bretska kongshúsið hevur nú kunngjørt, nær hann skal jarðast.

Tað verður komandi vikuskifti – leygardagin 17. apríl, tá skipað verður fyri privatum minningarhaldi fyri familjuni í St. George's Chapel á Windsor borgini. Borgin verður ikki opin fyri almenninginum.

– Samsvarandi við tilmælunum og almennu heilsutiltøkunum hjá stjórnini, verður eingin almenn skrúðgonga, sigur talsfólk fyri Buckingham Palace sambært Ritzau.

Í sambandi við jarðarferðina, kemur abbasonur Philip prinsi, Harry prinsur, heim til Stórabretlands úr USA. Kona hansara, Meghan Markle, kemur ikki við honum, av tí at hon er við barn, og tí hevur lækni hennara frámælt henni at ferðast.

Vegna plásstrot luttekur bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson heldur ikki. Bert 30 fólk sleppa til jarðarferðina, og forsætisráðharrin ynskir at so nógv av familjulimunum sum gjørligt skulu sleppa til jarðarferðina, skrivar DR.

Bretska drotningin hevur góðkent eina átta dagar langa landasorg, sum fer at vara fram til jarðarferðina. Kongshúsið fer tó at syrgja í tvær vikur.

Leygardagin verður eisini skipað fyri ein minut av tøgn um alt landið, áðrenn jarðarferðin byrjar klokkan trý seinnapartin.

Philip prinsur og Elizabeth drotning vóru gift í meira enn 73 ár. Hann hevði fylt 100 ár í juni.

Leygardagin varð prinsurin heiðraður við skotkvøðum ymsastaðni í Stórabretlandi, og almennir bygningar flaggaðu á hálvari stong.

Í Westminister Abbey, har prinsurin og Elizabeth drotning vórðu gift í 1947, ringdi stóra klokkan 99 ferðir – fyri tey 99 árini, prinsurin hevði livað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder