Uttanlands

Jarðskjálvti í Italia

Í minsta lagi 28 fólk vórðu særd

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-12-26 17:06 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein jarðskjálvti nærindis mest avtiva gosfjallinum í Evropa, Etna, hevur sært fleiri fólk, og hevur elvt til skaða á fleiri gamlar bygningar og til, at fleiri motorvegir eru stongdir.

Tað skrivar TV2.

Etna-gosfjallið finst á italsku oynni Sisilia, ikki langt frá býunum Messina og Catania.

Skjálvtin er tann ógvusligasti, sum hevur verið, síðan Etna goysti mánadagin og sendi øsku upp í luftina yvir Sisilia. Hetta órógvaði flogfersluna eitt sindur.

Tvey fólk vórðu bjargað úr einum bygningi, sum var um at falla til jarðar, meðan 10 fólk vórðu koyrd á sjúkrahúsið við smærri skaðum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder