Innanlands

Javnaðarveljarin skal vita hvat hann fær

- Tí kunnu vit ikki fara í samgongu við Fólkaflokkin hóast vit fegin vilja samstarv, sigur Aksel V. Johannessen

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-08-09 13:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Javnaðarflokkurin heldur fast um, at flokkurin ikki ætlar sær í samgongu við Fólkaflokkin eftir komandi val. Tað váttaði Aksel V. Johannesen, formaður, tá Javnaðarflokkurin legði fram valskránna á fundi fyrrapartin.

- Veljarin skal vita hvat hann fær, og hann skal vita hvørja kós vit ætla at halda. Tað, at vit ikki vilja í samgongu við Fólkaflokkin merkir ikki, at vit útihýsa Fólkaflokkin, sum ført hevur verið fram. Vit samstarva fegin við Fólkaflokkin í ávísum málum – breiðar semjur høvdu verið kærkomnar í føroyskum politikki, segði Aksel V. Johannesen.

Tað var ein valskrá, har dentur verður lagdur á samhaldsfasta javnaðarpolitikkin, sum varð lagdur fram í dag.

Í framløgu síni vísti løgmaður á fleiri úrslit, sum eru vunnin í núverandi samgongu við Tjóðveldi og Framsókn, men ásannaði eisini, at onkrastaðni er ikki komið á mál.

Vinnan fíggjar vælferðini
Aksel V. Johannesen staðfesti, at mest umstrídda málið, sum er gjøgnumført í verandi valskeiði, fiskivinnunýskipanin, ikki verður førd aftur til gomlu skipanina við hjálp frá Javnaðarflokkinum.

- Tað kemur ikki upp á tal at vit vilja bakka, staðfesti løgmaður, men segði eisini, at helst verður neyðugt at broyta ávísar partar av skipanini, sum ikki virka eftir ætlan. Menningarkvoturnar er dømi um skipan, sum ikki virkar til fulnar.

Í framløgu síni tosaði Aksel V. Johannesen við stoltleika í røddini um, at tað hevur eydnast samgonguni hjá Javnaðarflokkinum at minka um ójavnan í samfelagnum við eitt nú at lata stóru yvirskotini í alivinnuni og uppisjóvarvinnuni fíggja ein størri part av felagskassanum.

Javnaðarflokkurin hevur í síni valskrá lyftir um at minka enn meira um ójavnan. Hetta skal gerast við millum annað at lækka skattin hjá teimum lægstløntu og pensjónistunum líðandi komandi fýra árini.

- Men ein fyritreyt fyri hesum er, at skipanin við tilfeingisgjaldi og uppboðssølu verður varðveitt, tí annars hava vit ikki ráð til skattalætta.

Umsetiligir umsorganardagar til foreldur
Ein onnur kostnaðarmikil skipan er at bøta um viðurskiftini hjá barnafamiljum við at víðka um barsilsskipanina.

- Í undanfarna valskeiðið longdu vit barsilsfarloyvið úr 38 upp í 48 vikur. Eitt stórt fet á leiðini, hóast vit góvu lyftið um at farloyvið skuldi vera eitt heilt ár.

Lyfti nú er ikki eitt árs barsilsfarloyvi, men hinvegin ein skipan við umsorganardøgum, sum barsilsgrunnurin eisini skal fíggja, og til tess verður helst neyðugt at hækka inngjaldið nakað, segði Aksel V. Johannesen.

Hugskotið er at geva foreldrunum 50 sokallaðar umsorganardagar pr. barn sjey tey fyrstu árini hjá barninum. Pápin fær 25 og mamman 25 dagar at taka sær av barninum, tá tað hevur tørv á at hava foreldur heima frá arbeiði. Dagarnir kunnu skiftast millum foreldrini og eisini latast víðari til onnur, t.d. ommur og abbar.

Málsetningurin hjá Javnaðarflokkinum er at gera Føroyar til einki minni enn heimsins besta barnaland.

37 tíma arbeiðsviku
Javnaðarflokkurin hevur eisini sett sær fyri, at arbeiðsvikan í Føroyum skal lækka úr 40 niður í 37 tímar um vikuna.

- Arbeiðsvikan hjá okkum er munandi hægri enn í okkara grannalondum, og tað er upp á tíðina, at arbeiðsvikan verður lækkað nú, so nógv ár eru gingin síðan arbeiðsvikan við lóg varð sett til 40 tímar.

- Tað er eitt stórt inntriv, serliga fyri privatu vinnuna, at lækka arbeiðsvikuna. Men vit kunnu byrja við tí almenna og lækka arbeiðstíðina líðandi yvir valskeiðið. Málið hjá okkum í løtuni er at koma niður á 37 tímar, segði Aksel V. Johannesen.

Valskráin hjá Javnaðarflokkinum snýr seg eisini um at betra um heilsuverkið, minka bíðilistarnar, geva Bústøðum møguleika til at byggja minst 600 leiguíbúðir komandi valskeið, grønari orku á sjógvi og landi, tiltøk til minking av plastdálking, fleiri útbúgvingarmøguleikar í Føroyum, fleiri fríhandilsavtalur, heildarætlan fyri ferðavinnuna har hvørsmansrættur undir ábyrgd verður staðfestur, hægri játtan til mentanargrunn og listafólkalønir og ábøtur í undirstøðukervinum, har raðfestingin fyri størri tunlar er fyrst norð um Fjall og síðan Gøtudal tá Hvalbiartunnilin er komin í gjøgnum og fyri teir smærru tunnlarnar Famjin, tá borað er til Dals.

Serlig ætlan fyri Suðuroynna
Sum nakað serligt kundi Aksel V. Johannesen eisini lyfta lokinum fyri eini serligari ætlan fyri Suðuroynna, sum tó ikki er nevnd í bóklinginum, sum flokkurin hevur prentað undir heitinum ”Ja til Javnaðarflokkin”.

- Vit kunnu bara staðfesta, at Suðuroy er í eini serligari støðu, og tí eiga vit at gera nakað serligt fyri, at Suðuroyggin kemur betur við í menningini í landinum yvirhøvur. Her hugsa vit um at menna Suðuroy sum eina útbúgvingaroyggj við enn fleiri útbúgvingarmøtuleikum. Vit skulu eisini fáa eina skipan fyri tær barnakonur, ið noyðast til Havnar at eiga – eina skipan, ið t.d. staðfestir, hvussu varðað verður av børnunum, ið eftir eru, tá mamman og helst eisini pápin noyðast til Havnar upp í fleiri vikur í sambandi við barnsburð.

Í ætlanini fyri Suðuroynna verður eisini nevnt møguleiki fyri, at tað almenna fer inn at skapar møguleika fyri betri sambandi til Skotlands. Hetta kann vera mennandi fyri Suðuroynna, bæði í ferðafólkahøpi og eisini í møguleikunum við at sleppa av við framleiðsluna uttan at hon skal sendast til Havnar fyrst við Strandferðsluni.

Fríggjar hann til sambandið?
Tá Javnaðarflokkurin ikki ætlar sær í samgongu við Fólkaflokkin, so er spurningurin sjálvandi, hvørja samgongu Aksel V. Johannesen so kundi hugsa sær.

Og her er svarið hjá løgmanni ikki eintýtt, at hann ynskir at halda fram í núverandi samgongu.

- Altso, um vit saman við Tjóðveldi og Framsókn varðveita meirilutan eftir valið, so skylda vit hvørjum øðrum, at vit seta okkum og tosa saman um møguleikan, og tað vildi verið mest natúrligt at hildi fram, sigur Aksel V. Johannesen. Men í sama andadrátti leggur hann eisini afturat, at flokkurin er opin yvir fyri øðrum flokkum eisini, og her er tað einans Sambandsflokkurin, sum verður nevndur við navni.

Okkurt bendir á, at javnaðurin hevur hug til at fríggja til sambandið...

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder