Javnstøðunevndin, sum skal veljast av nýggjum eftir hvørt løgtingsval, er nú sett.
Í Javnstøðunevndini eru:
Mai Laksáfoss Simonsen, forkvinna, umboðandi Føroya landsstýri
Annfinnur Garðalíð, umboðandi løntakarar
Niels Winther, umboðandi arbeiðsgevarar
Hedvig Johansdóttir, umboðandi skúla-, heilsu- og almannaverk
Helena Fríðheim, umboðandi Kvinnufelagssamskipan Føroya
Sostatt er tað bert Niels Winther, ráðgevi á Vinnhúsinum, sum sitir eftir úr fráfarandi javnstøðunevndini, har Ólavur Ellefsen var formaður, og hini umboðini vóru Fróði Jacobsen, Lív Patursson og Guðrið Joensen.
Varaumboðini eru nú hesi: Jón Harald Poulsen, næstformaður, umboðandi Føroya landsstýri, Mary Antonsdóttir, varaumboð vegna løntakarar, Jórun Gardar, varaumboð vegna arbeiðsgevarar, Leif Olsen, varaumboð vegna skúla-, heilsu- og almannaverk og Annetta Saltá, varaumboð vegna Kvinnufelagssamskipan Føroya.
Tað er Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna við almannamálum, sum eisini er landsstýriskvinna í javnstøðumálum, ið setir Javnstøðunevndina, millum annað við tilmæli frá arbeiðsgevarum, løntakarum, skúla-, heilsu- og almannaverk og Kvinnufelagssamkipan Føroya.
Fremsta uppgávan hjá Javnstøðunevndini er at hava eftirlit við at javnstøðulógin verður hildin. Endamálið við Javnstøðulógini er at beina burtur allan mismun vegna kyn. Javnstøðunevndin skal harafturat ráðgeva myndugleikum, stovnum, feløgum og einstaklingum í javnstøðuspurningum og skal gera tilmæli í javnstøðumálum.
Javnstøðunevndin fer seinni í vikuni á fund við landsstýriskvinnuna, og fer eftir hetta til verka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald