Nær er eitt starv treytaleyst kynsbundið og kanst tú søkja eftir starvsfólki við ávísum kyni? Millum annað hetta fæst svar upp á í nýggju vegleiðingini hjá Javnstøðunevndini, sum skal hjálpa arbeiðsgevarum at søkja eftir fólki og samstundis fremja størri javnstøðu á arbeiðsplássinum.
Vegleiðingin er ein hjálp í setanartilgongdini til at orða starvslýsingar, sum geva breiðari úrval av umsøkjarum, minka um ótilvitaðan mismun, skapa betri trivna á arbeiðsplássinum og við tíðini eisini ein fjølbroyttari arbeiðsmarknað.
“Ætlanin við vegleiðingini er, at geva arbeiðsgevarum eitt hent amboð til at fremja størri javnstøðu og fjølbroytni á arbeiðsplássinum og forða fyri óneyðugum misskiljingum, tá søkt verður eftir fólki,” sigur Ólavur Ellefsen, formaður í Javnstøðunevndini.
Vegleiðingin gevur millum annað svar upp á ivamál, sum kunnu stinga seg upp í mun til starvsheiti, kynsneutralar orðingar og annað, sum javnstøðulógin áleggur arbeiðsgevarum. Eitt nú, tá talan um størv, har kyn er partur av starvsheitinum, nær søkjast kann eftir starvsfólki við ávísum kyni ella nær eitt starv er treytaleyst kynsbundið.
Javnstøðunevndin vónar, at vegleiðingin verður væl móttikin og heitir samstundis á arbeiðsgevarar um at koma við viðmerkingum og spurningum, um ivamál eru.
Vegleiðingin liggur á nýggju heimasíðuni hjá Javnstøðunevndini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald