Uttanlands

Joe Biden á týdningarmikla uttanlandsferð

Skal hitta evropeiskar leiðarar og starvsbrøður sínar í eitt nú Turkalandi og Russlandi

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-06-09 09:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski forsetin, Joe Biden, fer í dag á fyrstu stóru uttanlandsferð sína sum amerikanskur leiðari.

Í fyrsta umfari er talan um at luttaka á G7-toppfundinum í Bretlandi. Síðan skal hann hitta Nato-leiðarar og aðrar leiðarar í Evropa. Seinast á ferðini skal hann á fund við russiska starvsbróður sín, Vladimir Putin.

78 ára gamli forsetin og fyrstafrúan, Jill Biden, fara fyrst at heilsa upp á amerikansk herfólk á eini hernaðarstøð í Suffolk við ensku eysturstrondina.

Í morgin verður so fundur við bretska forsætisráðharran, Boris Johnson. Fríggjadagin verður G7 toppfundurin í strandabýnum St. Ives í Cornwall.

Undir vitjanini í Bretlandi, skal Biden eisini hitta Elizabeth drotningn á Windsor Castle.

Úr Bretlandi fara forsetin og frúan til Brússels, har Nato-toppfundur verður mánadagin. Hernaðarsamgongan skal samtykkja eina nýggja ætlan fram móti 2030, har veðurleiksbroytingarnar eisini verða tiknar við. Biden verður eisini ein partur av ES-toppfundinum í næstu viku.

Í sambandi við Nato-toppfundin skal Biden hitta turkiska forsetan, Recep Tayyip Erdogan. Amerikanski leiðarin hevur fleiri ferðir funnist at Turkalandi fyri at bróta mannarættindini og fyri at viðurkenna, at Turkaland framdi fólkadráp móti armenum í 1915.

Serligur spenningur er um toppfundin millum Biden og Vladimir Putin, sum verður í Genève næsta mikudag. Viðurskiftini millum stórveldini eru merkt av fleiri kreppum, eitt nú skuldsetingar um íblanding í amerikanska valið í 2016, fongslingini av Navalnyj og óvissu um gjørdar kjarnorkuavtalur.

Eitt av endamálunum við túrinum er at vísa á, at USA aftur er millum førandi stórveldini á altjóða pallinum. Umsitingin hjá Biden hevur gjørt greitt, at heimurin má búgva seg til at standa móti hóttanum frá ódemokratiskum londum, eitt nú Russlandi og Kina.

Sambært amerikanska uttanríkisráðharranum, Antony Blinken, er alterativið, at Kina tekur yvir, ella at alt endar í ruðulleika, skrivar AFP. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder