2021-05-02 09:38
Tað var vælkendi punkbólkurin Joe & The Shitboys, sum endaði við at vinna ársins umfar av tónleikakappingini Sement. Tað gjørdist greitt, tá finalan var í Reinsarínum í Tórsgøtu leygarkvøldið.
18 bólkar høvdu meldað seg til Sement í ár, og tað eydnaðist seks bólkum at spæla og syngja seg víðari til finaluna. Umframt Joe & The Shitboys var talan um Tina, High Moon, Dóttir, Marius DC, og Brimhvítt.
Tina endaði á øðrum plássi, meðan High Moon bleiv nummar trý.
(Mynd: Reinsaríið)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald