Um hálvgun trý tíðina mikunáttina fór ein dumpari av vegnum í grótbrotinum á Glyvursnesi, har sprongt verður til havnarútbyggingina í Havn.
Førarin, ein 31 ára gomul kvinna, doyði í vanlukkuni, og nú verður kannað hví hetta hendi.
Tað er fyritøkan J&K Petersen, sum tekur av havnarútbyggingini, og sigur í fráboðan um syrgiligu vanlukkuna, at tey hava mist ein góðan, raskan og fittan starvsfelaga.
- Saman við avvarðandi myndugleikum gera vit alt fyri at kanna, hví vanlukkan hendi. Vit hava mist ein góðan, raskan og fittan starvsfelaga, sigur J&K Petersen.
- Men tankar okkara og djúpa samkensla leita til tykkara, sum hava mist dóttrina, systrina, og ein kæran vin. Harrin styrki tykkum í sorgini, sigur J&K Petersen í fráboðanini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald