Innanlands

Jógvan á Lakjuni: Løgmaður og landsstýrisfólkini duga sær ikki hógv

- Hevði løgmaður verið ein statsmaður, so hevði hann ásannað, at her var einki at gera, og so hevði hann skrivað val út tá beinanvegin í mai

Jógvan á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin (Mynd: Jens Kr. Vang)

Jógvan á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-07-25 23:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er eitt syndarligt skil í føroyskum politikki, heldur Jógvan á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin. Hann skrivar millum annað á Facebook soleiðis:

- Fyrst í mai mánaði varð tingið sent til hús orsakað av máttloysi og dugnaloysi hjá samgonguni. Tey megnaðu einki at gera, tey høvdu ongan meiriluta aftan fyri seg, sum jú er tann grundleggjandi treytin fyri at virka í einum demokratiskum samfelag, og tískil lá meginparturin av málunum, tey ætlaðu at fáa ígjøgnum, eftir í nevndum. 

- Um løgmaður, Aksel V. Johannesen, hevði verið ein statsmaður, so hevði hann ásannað, at her var einki at gera, og so hevði hann skrivað val út tá beinanvegin. Tað høvdu øll, sum bara hava eitt lítið sindur av virðing fyri demokratiskum spælireglum, gjørt, skrivar Jógvan á Lakjuni.

Sambært Jógvani á Lakjuni er núverandi landsstýrið eitt “forrætningslandsstýri”, har ongar týðandi avgerðir verða tiknar.

- Eg havi sjálvur verið landsstýrismaður, og eg veit eftir drúgvar royndir í politikki, at løgmenn og landsstýri undan hesum hava virt hetta og hava dugað sær hógv. Men hesin løgmaðurin og landsstýrisfólk hansara duga tað ikki, sigur Jógvan á Lakjuni.

- Tey undirgrava skipanina. Tey seta týðandi kunngerðir í verk uttan at hava politiskan uppbakning fyri teimum. Og tað er ikki dagur, at vit ikki síggja fleiri myndir av landsstýrisfólkum, sum lata seg fotografera saman við ymiskum fólkum úr felagsskapum, nevndum, ráðum o.s.fr.

- Tey skammast ikki við at føra valstríð á henda hátt og misbrúka sín landsstýrissess til hetta! Syndarligt, sigur Jógvan á Lakjuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder