Innanlands

Jógvan Skorheim: - Ein lygn er ein lygn

Jógvan Skorheim vil ikki hava sitandi á sær, at hann sambært Gunvá við Keldu er líkasælur um fiskivinnupolitikkin

Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri og borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu (Mynd: Jens Kr. Vang)

Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri og borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-08-06 10:12 Author image
Oda Strøm
placeholder

Jógvan Skorheim vil ikki hava sitandi á sær, at hann sambært lesarabrævi hjá Gunvá við Keldu er líkasælur, og at vinnan í Klaksvík hevur mist ein týdningarmiklan viðleikara. Borgarstjórin svarar nú hesum ákærum aftur í lesarabrævi til miðlarnar.

Borgarstjórin sigur, at kommunan hevur eitt gott og tætt samstarv við vinnuna um framtøk, og fleiri stór mál er nátt. 

- Meðan vit hava arbeitt við og nátt hesum málum hevur ein flokkur í býráðnum sitið uttanfyri meirilutan, og í hesum flokki er tað serliga ein, sum hevur brúkt nógva tíð og orku uppá at grenjað og peikað. Tí má Gunvá við Keldu fara yvir í landspolitikk fyri at kasta við runu eftir mær, og eins og runan er skitin, so er hetta seinasta álopið tað ikki minni. Tað er hugstoytt at uppliva, men eg havi breiðan rygg, sum man fara at tola eisini hetta illsinnisglepsið, sigur Jógvan Skorheim.

- Tá fólk lúgva um teg, er ikki so lætt at verja seg, tí ein lygn er ein lygn, men verður hon áhaldandi endurtikin, er vandi fyri, at fólk byrja at trúgva henni. Eg kann tí ikki annað enn upp á tað harðasta afturvísa, at eg ikki havi mótmælt fiskivinnupolitikkinum hjá landsstýrinum. Tvørturímóti havi eg, bæði alment og í mínum politiska arbeiði, arbeitt hart ímóti fiskivinnuætlanunum hjá landsstýrinum, ja eg sleit enntá samgongusamráðingarnar við landsstýrisflokkarnar júst av hesi orsøk. Men hesin sannleikin hevur als ongan áhuga hjá Gunvá við Keldu, tí hon vil heldur spreiða lygnir og skapa ringa umrøðu av mínum persóni. Tað er eingin vøkur missión at hava, men tað er so hennara val, og tað harmar meg sera nógv.

Jógvan Skorheim sigur, at meðan hetta ljóta álopið verður gjørt á hann sum persón, fer meirilutin í býráðnum framhaldandi at gera teirra ítarsta fyri at náa teimum málum, sum meirilutin í Klaksvíkar býráð hevur sett sær fyri at náa.

- So verður tað upp til borgaran at gera av, hvønn tey vilja hava at stýra býnum. Eg fari so framhaldandi at gera mítt allarbesta fyri hendan býin og hesa kommunu. Heldur enn áhaldandi at grenja og peika, vil eg heita á Gunvá við Keldu um at taka lógvatak saman við okkum, leggur Jógvan Skorheim afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder