Uttanlands

Johannes Møllehave deyður

Fólkakæri danski presturin og rithøvundurin gjørdist 84 ár

2021-05-10 15:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danski presturin og rithøvundurin, Johannes Møllehave, er deyður eftir langa sjúkralegu, skrivar Politiken. Møllehave gjørdist 84 ára gamal.

Umframt at vera prestur og rithøvundur, var hann eisini skald, kjakari, fyrilestrarhaldari og provokatør, ella øsingarmaður, skrivar Ritzau.

Hann tók gudfrøðiligt prógv í 1963, og hevur síðan verið prestur ymsa staðni, eitt nú í statsfongslinum Vridsløse.

Umframt prestagerningin skrivaði hann eisini eina røð av skaldsøgum og yrkingum. Yvir 40 útgávur tilsamans.

Johannes Møllehave hevur seinastu nógvu árini verið donsk fólkaogn. Hann dugdi sum fáur at seta orð tankarnar og kenslurnar hjá vanliga fólkinum.

Hann fekk hópin av virðislønum fyri sín skaldskap, eitt nú Boghandlernes Gyldne Laurbær í 1980 og Publicistprisen  í 2012.

Eftir ein hjartaskurð í hjartanum í 1997 og tveir blóðtøppar í heilanum í 2008, gavst Møllehave í 2009 við at ferðast runt landið við sínum fyrilestrum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder