Uttanlands

John McCain deyður

Hann andaðist leygardagin í heimi sínum í Arizona, 81 ára gamal

Til orðaskifti, tá McCain stillaði upp til amerikanska forsetavalið á fyrsta sinni í 2000 (Mynd: EPA)

Til orðaskifti, tá McCain stillaði upp til amerikanska forsetavalið á fyrsta sinni í 2000 (Mynd: EPA)

2018-08-26 12:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Republikanski senatorin og fyrrverandi forsetavalevnið, John McCain er deyður.

Hann gjørdist 81 ára gamal, skrivar DR.

Í meira enn eitt ár stríddist McCain við ógvusligari krabbamein í heilanum, og fríggjadagin boðaði familja hansara frá, at hann hevði avgjørt at steðga allari viðgerð.

McCain andaðist leygardagin í heimi sínum í Arizona klokkan 16.28 lokaltíð.

McCain var í fleiri ár krígsfangi undir Vietnamkrígnum, og varð hann fleiri ferðir útsettur fyri tortur.

Hann var síðan 1987 senator í heimstatinum Arizona.

Í 2000 stillaði hann upp til forsetavalið, men hann tapti uppstillingarvalið móti George W. Bush. Átta ár seinni eydnaðist tað honum tó at gerast valevni hjá republikanarunum til forsetavalið í 2008. Tá tapti hann móti demokratiska valevninum, Barack Obama.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, og aðrir politikarar hava sýnt samkenslu við familjuni hjá McCain.

Hetta segði kona John McCain, Cindy McCain, í skrivi:

"Hjarta mítt er knúst. Eg eri so heppin at hava livað eitt ævintýr við kærleikanum frá hesum fantastiska manninum í 38 ár. Hann fór á sama hátt, sum hann livdi: Soleiðis sum hann vildi hava tað, umringaður av teimum, hann elskaði, har, sum honum dámdi best at vera."

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder