2018-08-24 18:20
Amerikanski senatorurin John McCain, sum í meir enn eitt ár hevur verið í viðgerð fyri krabbamein í heilanum, hevur avgjørt at steðga viðgerðini. Tað upplýsir familja hansara sambært Reuters.
Familjan er savnað í heimstatinum Arizona, og persónar tætt uppá fyrrverandi republikanska forsetavalevnið siga við blaðið The New York Times, at senatorurin liggur nú til tað síðsta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald