2018-08-27 17:51
Fyrrverandi talkshow-verturin og komikarin Jon Stewart skal framføra í Royal Arena í Darnmark tann 13. oktober.
Jon Stewart fer saman við Dave Chapelle at undirhalda í Keypmannahavn, tá teir báðir hava eitt felags standup-show.
Jon Stewart gavst sum talkshow-vertur í The Daily Show, har hann var partur í 16 ár, skrivar DR. Áðrenn hansara tíð sum vertur var hann partur av stand-up umhvørvinum í New York. Hetta var í 1980’unum. Nú skal 55 ára gamli Stewart so aftur á stand-up pallin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald