Innanlands

Jónvør nýggjur aðalskrivari í MEGD

1. september tekur Jónvør Christiansen við starvinum sum aðalskrivari í MEGD, tá ið hon avloysir Ásu Olsen

Á myndini eru fyrrverandi aðalskrivarin Ása Olsen, forkvinna Tóra við Keldu og nýggi aðalskrivarin Jónvør Christiansen

Á myndini eru fyrrverandi aðalskrivarin Ása Olsen, forkvinna Tóra við Keldu og nýggi aðalskrivarin Jónvør Christiansen

2018-08-16 14:43 Author image
Oda Strøm
placeholder

Seinastu seks árini hevur Ása Olsen røkt starvið sum aðalskrivari. Serliga er tað arbeiðið við skuggafrágreiðingini til ST, sum fylti nógv frá fyrsta degi, skrivar MEGD á heimasíðuni.

- Her setti Ása skjótt út í kortið og var ikki bangin fyri at taka við avbjóðingini. Úrslit sást týðiliga í niðurstøðunum, sum seinni vórðu sendar Føroya Landsstýri. Ása hevur eisini verið ein dyggur viðspælari hjá politiska myndugleikanum, sum í fleiri umførum hevur víst henni álit. Hetta hevur verið við til, at MEGD hevur sæð batar á fleiri økjum í samfelagnum.

Í september setur Jónvør Christiansen seg í sessin sum aðalskrivari. Jónvør er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur drúgvar royndir bæði sum leiðari og verkætlanarleiðari. Eisini hevur hon seinastu árini eftirútbúgvið seg. Í virkna arbeiðs- og lestrarlívi sínum hevur Jónvør vunnið sær breiðan fakførleika og praktiskar royndir á viðkomandi økjum og hevur eisini royndir at seta fyriskipanir í verki. Jónvør hevur seinastu árini arbeitt við Dygd og Menning í Tórshavnar kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder