Innanlands

Jøvn kapping millum flokkarnar til fólkatingsvalið

Veljarakanning: Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin standa til at fáa flestar atkvøður

Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins, saman við Edmund Joensen, sum helst verður høvuðsvalevni hjá flokkinum til Fólkatingsvalið (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins, saman við Edmund Joensen, sum helst verður høvuðsvalevni hjá flokkinum til Fólkatingsvalið (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-05-01 07:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Alt bendir á, at vit aftur fáa eitt sera spennandi fólkatingsval hesaferð. Tað bendir veljarakanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin á.

Eins og fyri einum mánaði síðani, so vísir veljarakanningin, at tað vera Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin, sum fáa umboðan á danatingi hesaferð. Men úrslitið vísir eisini, at teir fýra stóru flokkarnir liggja so tættir, at tað er innan fyri óvissuna í kanningini.

Hóast Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin báðir hava afturgongd í mun til somu kanning fyri einum mánaði síðani, so standa teir til at fáa fólkatingsumboðini vald.

Sambandsflokkurin sær út til at fáa fyrstvalda fólkatingsmannin við 24,1 prosentum av atkvøðunum, hetta er 1,4 prosentstig minni enn fyri mánaði síðani.

Javnaðarflokkurin fær hitt umboðið við 22,9 prosentum av atkvøðunum, sum er 0,5 prosentstig minni enn í kanningini 24. mars.

Fólkaflokkurin gongur eisini aftur í mun til seinastu kanning hjá Spyr.fo, úr 23,0 til 21,9 prosentstig, meðan Tjóðveldi gongur nógv fram, úr 19,7 upp í 22 prosent.

Tað er sostatt stórur munur á hvat føroyski veljarin velur, alt eftir um spurt verður til fólkatingsvalið ella til løgtingsvalið.

6,2 prosentstig fleiri siga seg til dømis velja Sambandsflokkin til komandi fólkatingsval enn til løgtingsval, og 3,8 prosentstig fleiri Tjóðveldi. Hinvegin fær Fólkaflokkurin munandi færri atkvøður til fólkatingsvalið enn til løgtingsvalið sambært kanningini, nevniliga 2,4 prosentstig færri.

Les: Løgmansflokkurin gongur fram 

Spyr.fo hevur eisini kannað eftir um fólk veruliga ætla sær á Fólkatingsval, og her vísir kanningin, at heili 31,3 prosent ikki ætla sær á val. Hartil eru 1 prosent, ið siga seg fara at atkvøða blankt og 9,6 prosent, sum ikki hava tikið støðu enn.

500 fólk luttóku í kanningini, sum Spyr.fo gjørdi flaggdagin. Roknast skal við eini óvissu á millum 1,2 og 3,7 prosentstig.  

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder