Skrivstovufólk hjá Landsverki taka eina hond í arbeiðnum, nú skúladepilin Glasir skal verða liðugur í vikuni. Byggileiðslan og ein juristur hjálpa til.
- Byggileiðslan á Landsverki arbeiðir dag og nátt fyri at seta upp og fáa møblar upp á pláss. Vit hava okkara jurist við eisini, segði Evald Kjølbro, stjóri á Landsverki við útvarpið í gjár.
Hósdagin verða dyrnar latnar upp fyri almenninginum at síggja nýggja skúladepilin, og um tvær vikur flyta næmingar og lærarar inn.
Og alt verður gjørt fyri at fáa Glasir so liðugt sum møguligt.
- Umleið 120-150 hava verið til arbeiðis í miðal. Men nú móti endanum vildi eg mett at vit eru eini 250 fólk. Allar byggifyritøkur hava tikið tað, tær kunnu fáa, og her eru eisini fyritøkur úr Danmark, segði Evald Kjølbro við útvarpið.
Hann sigur eisini, at arbeitt verður til langt út á kvøldarnar og um vikuskiftini eisini.
Les eisini: Myndir: Leggja seinastu hond á Glasir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald