Er onkur, sum kundi hugsað sær at átt eitt bræv frá John F. Kennedy, so hava tey møguleikan nú, tí fleiri kærleiksbrøv frá fyrrverandi amerikanska forsetanum eru nevniliga sett á uppboðssølu.
Brøvini skrivaði hann til svensku elskarinnuna Gunilla von Post í 1956, samstundis sum hann var giftur við Jacquelina "Jackie" Bouvier.
Sambært B.T. er talan um eitt heilt bræv og partar av tveimum øðrum brøvum. Brøvini eru millum tey seinastu, sum Kennedy skrivaði til svensku kvinnuna, áðrenn hon sleit sambandið millum tey, eftir at hon gjørdist trúlovað sama árið.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at eitt bræv frá Kennedy til Gunilla von Post verður sett til sølu. Kvinnan avdúkaði sjálv sambandið við Kennedy í einari bók í 1997, og í 2010 setti hon sjálv eina rúgvu av brøvum á uppboðssølu. Tá vórðu brøvini seld fyri yvir 100.000 dollarar.
Gunilla von Post andaðist í 2011.
Núverandi uppboðssølan endar 12. mai. Til ber at bjóða uppá m.a. brøvini hjá Kennedy her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald