Hósdagin 13. februar verður alment tiltak hjá Sinnisbata í Suðuroy.
Tiltakið er skipað sum eitt kafékvøld, har høvi verður at hitta umboð úr Sinnisbata til prát og kjak. Umframt hetta verður kunnað um virksemi felagsins og avvarðandi arbeiðið.
Evnið fyri kvøldið verður “Tá sálarsjúkan rakar - alla familjuna”, har stutt framløga verður um evnið at vera avvarðandi og hvussu stóran týdning tað hevur at leggja meira dent á inkludering av avvarðandi í viðgerð og mannagongdum. Eftirfylgjandi verður ein persónlig søga at hoyra, har ein avvarðandi mamma greiðir frá. Høvi verður at seta spurningar og koma við viðmerkingum aftaná framløgurnar.
Sinnisbati vil við tiltakinum seta tey avvarðandi í miðdeplin, bæði børn, foreldur, makar og systkin, ommur og abbar, starvsfelagar sum vinir.
Tiltakið verður í Billiarðshúsinum (Garðslon) í Vági á Vágsvegi 114.
Borðreitt verður við kaffi, te og onkrum leskiligum tl góman.
Meira kunning fæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald